
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur hetta viksukifti ársmøti í leguhúsinum í Nesvík. Tað hevur verið ein útbygging í gongd í júst Leguhúsinum í fleiri ár, og nú er næstan heilt liðugt.
Símun P. Jacobsen segði millum annað í sínari formansfrágreiðing í dag, at Heimamissiónin sjeynda árið á rað hevur eitt yvirskot í rakstrinum, hesaferð á góðar 400.000 krónur. Og so avdúkaði presturin, at vígslan av nýggju høllini og millumbygninginum, sum eru gjørd sunnanfyri verandi bygning, verður leygardagin 27. apríl; t.v.s um tríggar vikur.
Til ber at lesa meira og síggja myndir á heimasíðuni hjá Trúboðanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald