Eftir arbeiði í longri tíð, hevur seinasta hond verið løgd á fyrireikingar í stóru høllini í nýggja bygninginum í Nesvík seinastu dagarnar. Nýggja høllin kann brúkast til nógv ymiskt, og tað kann verða pláss til fleiri enn 500 fólk, tá tribunan og stólar eru settir upp.
Tað verður helst brúk fyri nógvum plássi seinnapartin í dag og út á kvøldið, tá høllin verður vígd. Tiltakið byrjar klokkan 16.00 við drekkamunni. Tað er Símun P. Jacobsen, prestur og formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, ið stendur fyri sjálvari vígsluni, sum verður klokkan 17.00. Aftaná hetta bjóðar Heimamissiónin nátturða, og klokkan 20.00 verður ein sangløta í nýggju høllini, har Magni Christiansen og VSJ luttaka.
Kirkjuliga Heimamissiónin bjóðar øllum at vera vælkomnum til vígsluna. Hoyr aðalskrivaran, Andrias Magnussen, greiða frá tiltakinum her
Í morgin verður aftur stórt tiltak í Nesvík. Talan er um altjóða kristiligu sjónvarpsrásina SAT-7, ið vitjar í Føroyum og hevur sunnudagsskúla í Nesvík.
Les meira: Stórur felags sunnudagsskuli í Nesvik
Innanlands
Nýggja høllin í Nesvík verður vígd í dag
Tiltakið byrjar klokkan 16.00, og í kvøld verður sangløta við luttøku frá Magna Christansen og VSJ í nýggju høllini
Pláss verður til meira enn 500 fólk í kombihøllini (Mynd: Trúboðin)
2019-04-27 10:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald