Innanlands

Nýggja landsstýriskvinnan: Týðandi at man ikki blokerar fyri hvørjum øðrum

Tað verður nógv at seta seg inn í, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, sum í næstu viku fer út í Tinganes. Sambandskvinnan skal umsita heilsumál, umframt orku- og umhvørvismál

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-09 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag staðfesti Bárður á Steig Nielsen fyri Portalinum og FM1, at hann sjálvur og Eyðdis Hartmann Niclasen fara í landsstýrið fyri Sambandsflokkin.

Formaður floksins hevur áður verið landsstýrisfólk, og løgmaður, meðan Eyðdis Hartmann Niclasen er óroynd í Tinganesi. 

53-ára gamla Miðvágskvinnan, við røtrum úr Suðuroyinni og við parti av uppvøkstrinum í Danmark, var næstvald á Sambandslistanum á valinum fyri tveimum vikum síðani. Hetta við heili 634 persónligum atkvøðum.

Nú fer hon úr Løgtinginum, og úr høgum starvi í Smyril Line, í landsstýrissess.

Eyðdis Hartmann Niclasen skal umsita eitt stórt og breitt aðalráð, sum fevnir um heilsumál, umframt orku- og umhvørvismál.

Vit hittu hana stutt eftir dagsins tíðindafund í Løgtinginum - sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Málsøkjabýtið er 3-2-2 - fleiri nýggjar samansetingar

Myndir: ABC-samgongan í pottinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder