Nýggja stásiliga spæliplássið á Tvøroyri er væl og virðiliga tikið í brúk.
Tiltakið varð væl vitjað, og tey 200 pizza-stykkini til børnini fingu skjótt bein at ganga á.
Økið omanfyri Bank Nordik hevur ligið óbygt og ónytt í meiri enn 30 ár, helst orsakað av, at tað umframt kommununa hevur fleiri eigarar. Tvøroyrar kommuna hevur nú gjørt avtalu við hinar eigararnar, ið eru Suðuroyar Sjúkrahús og Bank Nordik, um nýtlsu av økinum.
Tilgongdin til at fáa eitt spælipláss í miðbýnum hevur verið drúgv, og tað var longu í 2008 at fyrsta tekningaruppskotið um gerð av spæliplássi á økinum, varð gjørt. Aðrar staðsetingar vóru eisini umrøddar, men 12. Juni 2017 samtykti Tvøroyar Býráð einmælt, at spælipláss skuldi gerast á lendinum omanfyri økið hjá BankNordik/Posta.
Felagið Hjálpirót hevur sett spæliplássið upp, og úrslitið tykist sera gott, skrivar Tvøroyrar kommuna. Spæliplássið er gjørt av haldgóðum tilfari, og alt er sertifiserað sambært galdandi normum, bæði við atliti til trygd og umhvørvisvinarligt tilfar.
Børnini tóku í hvussu so er væl í móti, og tað var hugaligt at síggja glaðu børnini spæla saman á nýggja spæliplássinum á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald