Innanlands

Nýggjar flotbrúgvar til Kaldbaksbotn

Breiðari og tyngri brúgvar gera tað tryggari at hava bát liggandi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-11-06 13:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bátaeigarar í Kaldbak fáa betri umstøður, nú Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggjar flotbrúgvar at leggja út í Kaldbaksbotni.

Fyrrapartin í dag fór lítli sleiparin hjá Mest, Pressarin, av havnini við nýggju flotbrúgvunum upp á sleip. Brúgvarnar verða festar í Kaldbaksbotni seinnapartin í dag. Áðrenn brúgvarnar vórðu sleipaðar upp á pláss, vórðu tær um middagsleitið settar saman á Sundi, skrivar Tórshavnar kommuna á netinum.

Umstøðurnar verða nógv betri við nýggju og væl tyngru bátabrúnni. Tað er sera vindhart í Kaldbaksbotni, og tí hava umstøðurnar hjá bátaeigarunum verið ótíðarhóskandi, tí gomlu bátabrýrnar hava ikki vart bátarnar nóg væl.

Fleiri bátar liggja í dag í Kaldbaksbotni, men umstøðurnar at liggja har eru ringar, serliga um veturin. Tað er komið fyri, at bátar hava fingið skaða í nógvum vindi og høgari aldu.

- Nýggja bátabrúgvin verður sett upp sum ein vindverja til verandi bátar. Seinni fer at bera til at seta armar á bátabrúnna soleiðis, at fleiri bátar kunnu liggja í Kaldbalsbotni, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.

Bátabrúgvarnar, sum kaldbaksfólk nú fáa, eru breiðari og tyngri enn vanligar bátabrýr, og tí verður kyrrari inni í hylinum. Nýggju flotbrúgvarnar kosta 1,5 milliónir krónur. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder