2019-03-29 11:06

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at gera fleiri lendisgøtur í kommununi.
Nú verða tvær lendisgøtur gjørdar aftrat, onnur er framhald av gøtuni við Sandá og hin er nýgerð av eini gøtu við Villingardalsfoss, frá gamla vatnbrunninum yvir til ánna í Villingardali.
Fyri gøtuna við Sandá hevur umsitingin í 2018 fingið til vega tilboð, smáar tríggjar miljónir. Arbeiðið varð raðfest í 2018 og nakað av arbeiðinum er longu gjørt.
Játtanin í 2019 fevnir um írestandi fígging, soleiðis at allur teinurin kann gerast. Gøtan frá gamla vatnbrunninum yvir til ánna í Villingadali er mett til at kosta umleið hálva miljón, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/29/gallery-thumbnail/121d2f9ec85-cd9e-495a-9265-9fc4957c90bc.jpeg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald