Innanlands

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan

(Mynd: Sjanna Hentze/sjovar.fo)

(Mynd: Sjanna Hentze/sjovar.fo)

2024-12-30 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.

Á skránni verður m.a. kyndlagonga og bál, og blikk verða sett framvið vegnum millum gomlu dansistovuna og bygdahúsið og rundan um bygdahúsið.

Fólk, sum vilja luttaka í kyndlagonguni, skulu møta við gomlu dansistovuna kl. 23, tá blikkini verða tendrað. Blikkini verða gjørd klár og sett upp fyrr um dagin og skulu helst fáa frið at standa til midnátt.

Kl. 23.20 byrjar kyndlagongan frá gomlu dansistovuni út í bygdahúsið. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Mett verður, at børn frá 11-12 ára aldri eru egnað at luttaka í kyndlagongdini, og smærri børn kunnu ganga saman við vaksnum, skrivar Sjóvar kommuna.

Við bygdahúsið verða kyndlarnir tveittir á bálið, og fest verður í bálið. Fólk standa við bálið og hjálpa til við hesum. Væntandi verður bálið tendrað umleið kl. 23.40. Bálið verður einans úr plattum og kyndlum, og tí má einki órudd blakast á bálið.

Á midnátt verður fýrverk skotið fram við vegnum við barnagarðin. Í hesum tíðarskeiði verður vegurin stongdur. Tó ber til at koyra gjøgnum parkeringsøkið við barnagarðin yvir í bygdahúsið.

Aftaná fýrverkið verða øll boðin til heita suppu í bygdahúsinum, har felagssangur og hugnalig samvera mynda løtuna fram til kl. 01.30. Eftir hetta bjóðar kommunan øllum ókeypis til rimmar nýggjársdans við vælumtókta dansibólkinum Sommerson Band, skrivar Sjóvar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder