Ítróttur

Nýggjur Everton leikari hevur óhepna tatovering

Lucas Digne, ið júst er komin til Everton frá Barcelona, hevur tatovering av slagorðinum hjá fíggindaliði.

2018-08-02 17:45 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var endaliga staðfest, at Lucas Digne skiftir lið frá Barcelona til Everton. Spælarin má sigast at vera stórkeyp hjá Everton, men hann hevur eina heldur óhepna tatovering. 

Á brynguni hjá Lucas Digne stendur "You'll never walk alone", sum er slagorðið hjá Liverpool, sum er søguligt fíggindalið hjá Everton. Bæði liðini eru úr Liverpool, og dysturin ímillum liðini er ein tann týdningarmesti hjá báðum liðum. 

Á Twitter hava viðmerkingarnar og ymist skot til spælarin ikki væntað. Eitt nú skrivar onkur, at hann helst ikki skal lata seg úr troyggjuni, um hann skorar. 

You'll never walk alone er sangurin hjá Liverpool, men hann verður eisini sungin av eitt nú Celtic, so ivasamt er, um Lucas Digne veruliga er Liverpool viðhaldsfólk. Lítil ivi er tó um, at tatoveringin er heldur óheppin. 

Les eisini: Everton keypir inn í Barcelona 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder