Í kjalarvørrinum á Oscar-handanini síðsta vikuskifti, har sjónleikarin Will Smith gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum, hevur Netflix sett ein nýggjan film við Will Smith í høvuðsleiklutinum til viks.
Filmurin, "Fast and Loose" snýr seg um ein brotsmann, sum eftir at verða álopin gloymir, hvør hann er.
Í farnu viku fór leikstjórin, David Leitch eisini frá verkætlanini fyri at arbeiða við einum øðrum filmi hjá Universal, og tað er nú ógreitt, um Netflix fer at royna at gera "Fast and Loose" við nýggjum leikstjóra og høvuðsleikara, skrivar Hollywood Reporter.
Will Smith spælir við í thrillerfilminum hjá Apple TV+, "Emancipation", sum eftir ætlan skuldi koma út í ár. Eisini skuldi hann spæla við í "Bad Boys 4" hjá Sony Pictures, sum sambært keldu hjá Hollywood Reporter, nú eisini er settur til viks.
Les eisini: Will Smith farin úr Oscar akademinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald