Mentan

Will Smith farin úr Oscar akademinum

Eftir tað, sum fór fram undir Oscar-handanini síðsta vikuskifti, hevur hann sjálvur tikið avgerð um at fara frá, sigur hann

Will gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum sunnukvøldið (Mynd: Reuters)

Will gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum sunnukvøldið (Mynd: Reuters)

2022-04-02 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Will Smith er farin úr Oscar-akademinum.

Hann upplýsir fyri amerikanska miðlinum Variety, at hann sjálvur hevur tikið avgerð um at fara frá, eftir hann gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum undir Oscar-handanini síðsta vikuskifti.

Orsøkin var, at Chris Rock skemtaði við konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

Les eisini: Will Smith biður um umbering fyri bakkaláaran

53 ára gamli Will Smith sigur sjálvur, at gerð hansara var ófyrigevilig, og ætlar hann at góðtaka ta revsing, hann fær frá Oscar akademinum.

Í Oscar akademinum sita fólk úr filmsvinnuni. Mann kann m.a. gerast limur, um mann hevur í uppskoti til ein Oscar. Tað er eisini Oscar akademiið, sum avger, hvør skal tilnevnast ein Oscar.

Málið um Will Smith verður í løtuni kannað, og hevur tað verið nevnt, at hann møguliga kundi verið blakaður úr akademinum. Um Will Smith kann enda við at missa ta virðislønina, hann vann farna vikuskifti, verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Eitt av framleiðslufólkunum frá Oscar-handanini hevur seinni upplýst, at løgreglan var til reiðar at handtaka Will Smith og skuldseta hann fyri harðskap, men tað vildi Chris Rock ikki.

Oscar akademiið hevur eisini upplýst, at fyriskiparar heittu á Will Smith um at fara av staðnum, men at hann noktaði. Hetta hava aðrar keldur tó víst aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder