Innanlands

Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogmekanikarar

Flogmekanikararnir fingu lønarhækking á 1,76% frá 1. oktober

2018-10-11 14:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 25. september semju við Føroya Handverkarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogmekanikarar

Semjan hevði við sær eina lønarhækking á 1,76% 1. oktober 2018 og 1,56% 1. oktober 2019, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum, skrivar Vinnuhúsið.

Semjan er sostatt á sama støði sum aðrar semjur í hesi sáttmálarundini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder