2020-10-13 08:24
Nýsæland hevur ikki skrásett nakran tilburð av koronasmittuni í átjan dagar á rað. Tað boða heilsumyndugleikarnir í landinum frá sambært blaðnum The Guardian.
Tað eru í løtuni bert 39 smittaðir persónar í landinum, men teir eru allir komnir úr útlandinum og eru í sóttarhaldi.
Hetta er aðru ferð undir farsóttini, har Nýsæland ikki hevur skrásett lokalar smittutilburðir í fleiri vikur á rað. Í endanum av august mánað hevur landið ikki skrásett nakran lokalan tilburð í meira enn 100 dagar, áðrenn smitta aftur byrjaði at breiða seg í stórbýnum Auckland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald