Uttanlands

Nýtslan hjá drotningini minkað síðan Henrik prinsur fór

Uttan Henrik prins brúkar drotningin 8,4 mió. krónur minni um árið

Seinast drotningin vitjaði í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinast drotningin vitjaði í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-05 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meira enn trý ár eru liðin síðan Henrik prinsur, maður Margrethu drotning, andaðist, og at drotningin er vorðin einkja sæst eisini aftur á peninganýtsluni hjá henni.

Sambært uppgerð frá kongshúsinum, sum danska Se og Hør hevur fingið innlit í, sæst, at drotningin í fjør keypti fyri góðar 8,4 mió. krónur minni enn hon gjørdi í 2017, tá Henrik prinsur enn var á lívi.

Henrik prinsur andaðist 13. februar 2018.

Í 2017 brúkti parið tilsamans 35,8 mió. krónur til vørur og tænastur –starvsfólkalønir eru tó ikki íroknaðar. Í 2020 brúkti drotningin bert 27,4 mió. krónur.

Tær 8,4 mió., sum drotningin hevur spart, svara næstan til tær 8,5 mió. av apanasjuni hjá drotningini, sum vórðu eyðmerktar til Henrik prins. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder