
Fríggjadagin fer norska flogfelagið Widerøe undir regluliga ferðafólkaflúgving milluim Bergen og Føroyar.
Byrjað verður við at flúgva tvær ferðir um vikuna. Mánadag og fríggjadag, og málið er við tíðini at økja um hetta.
Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina. Hesi taka 78 ferðandi og túrurin fer at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.
Hetta er sostatt triðja flogfelagið sum regluliga flýgur upp á Føroya. Umframt Atlantsflog byrjaði SAS í 2017 at flúgva millum Keypmannahavnar og Vágar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald