Í summar letur upp nýtt kampingpláss í Haldórsvík. Plássið liggur í grótbrotinum norðanfyri bygdina og rúm er fyri 20 vognum/bilum. Allir vognarnir fáa atgongd til streym, vatn og tøming.
Í 2019 verður plássið gjørt liðugt og bygningur bygdur, soleiðis at plássið hevur allar hentleikar.
Kampingplássið liggur tætt við bygdina Haldórsvík, sum við síni serstøku áttakantaðari kirkju hevur er sera hugnaliga at spáka runt í. Í Haldórsvík er sandur og stór á, og eisini ber til at ganga sær ein túr í hagan.
Tætt við liggur Fossá, sum er hægsti fossur í Føroyum og norðanfyri liggur bygdin Tjørnuvík, sum er serstaka flott surfingstað. Um veturin verður kampingplássið brúkt til at vetrarkamping og er tað longu fult fyri veturin 2018/2019, skrivar Sunda kommuna.
Summarkamping letur upp í Haldórsvík 1. maj 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald