Tórshavnar kommuna hevur í ár avmyndað Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes og Sund við dronu og framleitt myndakort av avmyndaðu økjunum. Umframt hetta vóru myndir eisini tiknar í óbygdum økjum: Rossagøtuni, viðarlundini í Havnardali og vindmyllurnar í Húsahaga. Hetta er í stórari og sera góðari upploysn
Tórshavnar Kommuna skrivar, at áleið 30,000 myndir vórðu tiknar í tíðarskeiðinum frá juni – oktobur, og at ætlanin er at gera nýggj myndakort av øllum bygdum í kommununi annaðhvørt ár.
Fýra ár eru liðin, síðani Tórshavnar kommuna seinast varð avmyndað. Myndakortini eru at síggja á ymiskum kortum hjá Tórshavnar kommunu og eisini á Føroyakortinum,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald