Innanlands

Nýtt og spennandi eldrablað

Endamálið er at vísa á, at aldurdómurin er verdur at gleða seg til, skrivar samskipari av nýggja ledrablaðnum

2018-11-05 15:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Endamálið er at vísa á, at aldurdómurin er verdur at gleða seg til. Tað sigur Hansa Hansen, samskipari á nýggjum føroyskum eldrablaði, sum kemur út fyrsu ferð síðst í november. Norðlýsið gevur blaðið út.

Tað at gerast eldri verður oftast umtalað í sambandi við pensión, eldrarøkt og enntá viðhvørt sum “eldrabyrða”. Hetta vilja tey, sum geva nýggja eldrablaðið út, royna at broyta.

- Vit vilja bróta vanahugsan um aldurdóm og ístaðin geva pláss fyri søgum um møguleikar, orku og royndir. Longu í sambandi við fyrsta blaðið hava vit fingið íblástur til komandi bløð, tí tað eru so nógvar áhugaverdar søgur at fortelja, greiðir Hansa Hansen frá.

Blaðið, ið er ætlað teimum eldru borgarunum í samfelagnum, hevur enn onki navn fingið, men øll kunnu vera við í kappingini um rætta navnið. Vinnarin fær 2000 krónur í virðisløn.

Navnið skal endurspegla konseptið og virðini, sum blaðið hevur. Ein frágreiðing um, hví tú hevur valt júst hetta navnið, skal latast inn saman við uppskotinum. Uppskotini kunnu sendast inn við frymlinum inniá www.nordlysid.fo/nytt í seinasta lagi 9. november klokkan 12:00.

Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvat navn hóskar seg best til nýggja føroyska eldrablaðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder