2018-10-30 08:35
Eitt ferðsluóhapp var á Kaldsbaksvegnum í gjár, har ein bilførari koyrdi av vegnum.
Tað var um 17 tíðina, at løgreglan kom fram á ein bilførara, sum var koyrdur útav vegnum við Sund. Bilførarin hevði nýtt telefonina ímeðan koyrt varð, og hevði ikki verið ansin.
Tá løgreglan fór at kanna bilføraran vísti tað seg, at viðkomandi ikki hevði førararætt, tí at viðkomandi ikki hevði nakað koyrikort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald