Mentan

Ó á pall í Norðurlandahúsinum í august

Leikbólkurin Tvazz roynir nú at fáa pengar til vega til stóru verkætlanina við hópfígging

2021-05-06 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin 7. august verður heimsfrumframsýning av einum stórum leikverki í Norðurlandahúsinum.

Tað er leikbólkurin Tvazz, sum hevur sett sær ta stóru avbjóðingina at flyta stóru og umfatandi skaldsøguna hjá Carl Johan Jensen, “Ó, søgur um djevulskap”, á pall.

Høvuðssøgan í pallsetingini er miðsavnað um tveir leiklutir, sum møtast andlit til andlits í eini hevndar atsókn: Keypmaðurin Bænadikt Chonradsen og trúðboðin Mattias J. Danielsen – sum á hvønn sín hátt holdbinda djevulskapin. Keypmaðurin hevur tað inni í sær, og úr honum breiður tað seg sum ein smitta, tá tað yvirnatúrliga reikar rundan um hann. Trúðboðin ger har aftur ímóti djevulskars gerningar, hóast sín trá eftir reinlyndið og avnoktan av syndini.

Talan er um eina føroyska pallseting í norðurlendskum samstarvi.

Stigtakarar til hesa stóru verkætlanina eru Gunnvá Zachariassen og Durita Sumberg Poulsen í leikbólkinum Tvazz. Danin Daniel Wedel hevur skriva leikritið, leikstjóri verður íslendingurin Egill Pálsson og scenografur verður sviin Martin Eriksson.

Leikararnir eru allir føroyingar: Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Hans Tórgarð og Búi Dam.

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens L. Thomsen hava skriva tónleikin, Súni Joensen skal seta ljósini, og Durita Sumberg Poulsen verður framleiðari.

Á rundferð í Norðurlondum
Venjingin byrjar í Norðurlandahúsinum 22. juni, heimsfrumframførslan verður sum sagt 7. august, og ætlanin er at spæla leikin fram til 17. august. Eftir tað eru vónirnar at leikurin kann fara á rundferð í Norðurlondum.

Tvazz roynir í hesum døgum at fáa ein part av fíggingini av leikinum til vega umvegis hópfíggingarportalin.

Tey siga soleiðis um átakið:  At framleiða leiklist er ikki bíligt, serliga tá samstarvið fer út um landoddarnar. Vit bjóða norðurlendskum leiklistafólki til Føroya at skapa leikin saman við okkum, og vit skulu seinni á norðurlendska leikferð. Vit síggja Hópfígging sum ein gyltan møguleika, har stuðlar longu nú ogna sær eitt atgongumerki, og um tú stuðlar við størri upphædd, fært tú eisini møguleikan at vitja handan leiktjøldini og kaga inn í kreativa maskinrúmið í okkara stórfingnu leiklistarligu verkætlan.

Meira um hópfíggingina her 

Tey hava sett sær sum mál at fáa til vega 70.000 krónur innan 11. mai. Enn eru – í skrivandi stund – bert 23 prosent av hesi upphædd fingin til vega.

Møguleiki er at stuðla við øllum frá 100 til 10.000 krónur. 

Ó, søgur um djevulskap teaser from Durita Sumberg on Vimeo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder