Oddamaðurin í enska elektroniska bólkinum, The Prodigy, Keith Flint, varð í morgun funnin deyður í heimi sínum í Essex. Bólkurin boðar í dag frá á Instagram, at Keith Flint doyði fyri egnari hond.
The Prodigy varð stovnaður í 1990. Leikluturin hjá Flint var at dansa, men nøkur ár seinni tók hann eisini mikrofonina og gjørdist forsangari.
The Prodigy hevur givið út eina langa røð av fløgum. Nýggjasta eitur ”No Turists” og kom út í fjør. Bólkurin hevur júst verið í Avstralia og Ný Sælandi á konsertferð, og stóð til at fara víðari til USA í mai mánaði.
Danska blaðið Gaffa skrivar, at Keith Flint var mest kendin fyri sína rópandi upptraðkan, sítt rísna hár og sína ovurvirksomu upptraðkan fyri bólkin, sum sameinir elektroniskan tónleik við vreiðina og orkuna, ið varð kend frá punk-tónleikinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald