placeholder
Uttanlands

Ódnin Michael kravt tvey mannalív í Florida

Partar av statinum eru lagdir í oyði

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-10-11 11:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Orkanin Michael hevur herja í Florida í nátt, og hevur lagt partar av statinum í oyði. Michael er tann harðasti orkanin, sum hevur rakt USA síðani 1992, tá orkanin Andrew, sum varð máld at verða ein bólkur 5 orkan, herjaði.

Michael var máld at verða ein bólkur fýra orkanin beint áðrenn hon rakti Florida. Hvirlurnar vóru upp í 250 km/t, skriva The Guardian og Ritzau.

Tvey fólk hava latið lív í Florida av orkanini. Ein maður doyði, tá eitt træ fall niður á hús hansara í býnum Greensboro. Eitt 11 ára gamalt barn lat eisini lív, tá okkurt datt niður á húsi, har barnið var. Enn er ikki vist hvat hetta var sum datt á húsi. Ein kvinna er eisini í innløgd eftir at verða rakt á hvødið av einum træi sum fall. Enn er ikki vist hvør støðan hjá kvinnuni er.

Sambært BBC hava í minsta lagi 13 fólk í Miðamerika latið lív sum úrslit av orkanini Michael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder