Innanlands

Ófriður í Klaksvík í nátt

Í minsta lagi fýra fólk vóru farin til hendurs

2018-09-30 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur havt nógv at gera í nátt.

Klokkan 3.30 í nátt fekk løgreglan boð um, at í minsta lagi fýra fólk vóru farin til hendurs í Klaksvík. Enn veit løgreglan ikki rættiliga hvat er hent, men har hevur helst verið onkur ósemja, sigur vakthavandi á politistøðini. Tað er ógreitt, um hesi fólkini verða skuldsett fyri harðskap, ella um tey fáa bót fyri brot á politiviðtøkuna. Løgreglan fer nú at kanna málið nærri. 

Beint fyri klokkan fýra fekk løgreglan boð um, at ein føroyingur hevði sligið ein útlending í Klaksvík, og løgreglan fer eisini at kanna hetta málið nærri.

Løgreglan vitjaði eisini skeinkistøð um alt landið at kanna um alt var, sum tað átti at vera, og tað var tað.

Klokkan fýra fekk løgreglan boð um, at húsaófriður var í Havn. Ein maður og ein kvinna, ið bæði vóru ávirkaði av rúsdrekka, vóru blivin ósamd. Løgreglan brúkti langa tíð uppá at loysa hetta málið.

Eisini hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar í Havn og í Vágum. Eini 30 bilar vórðu steðgaðir. Endamálið var at kanna, um nakar koyrdi við kenning, men har var alt í lagi, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder