Fyri løtu síðani valdi Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at niðurleggja tingfundin í eitt korter.
- Fyri at geva tingfólki stundir at hugsa seg um at viðgera málið, sum er til viðgerðar.
Vit skrivaðu fyrr í dag, at huglagið á løgtingsfundinum í dag var óunniligt. Nógvur gangur var í salinum, og tingformaðurin mátti fleiri ferðir støðga teimum, sum høvdu orðið, fyri at heita á tingfólk um at vera friðarlig, men eisini fyri at biðja tingfólk um at halda seg til málið, sum er til viðgerðar.
Ongin ivi er um, at valstríð er komið í viðgerðina nú dagin fyri at politikararnir eftir ætlan skulu halda jólaborðhald fyri síðan at fara í jólafrí.
Tað er framvegis fyrsta mál á skránni, sum er til viðgerðar, nevniliga eitt mál um at regulera viðbótina til ávísar pensjónistar.
Les eisini: - Hetta minnir um Istedgade í Keypmannahavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald