Innanlands

Ógvuliga nógv fólk í býnum - so at siga einki løgreglumál

- Eitt heldur serstakt 2. jólakvøld sum gekk væl hjá løgregluni. Hetta staðfestir vaktleiðarin í morgun. Eitt mál var um rúsdrekkakoyring, og løgreglan hjálpti nøkrum fullum fólki

Tað var einaferð, at tað kom til ilnar millum nakrar menn, men hetta legði seg skjótt - eingin gestur hevur sovið á støðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var einaferð, at tað kom til ilnar millum nakrar menn, men hetta legði seg skjótt - eingin gestur hevur sovið á støðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-27 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum vant vóru nógv fólk í býnum 2. jólakvøld -  forferdiliga nógv. Allarmest í Havnini. Tá er altíð okkurt, og serliga tað at taka sær eitt sindur av fólki sum eru vorðin ov full. Tað hevur verið nakað av tí.

Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun, 3. jóladag. 

2. jóladag er tiltikið sum kvøld, tá nógv fólk fara í býin at hugna sær. Soleiðis var eisini í gjár og í nátt, men vaktleiðarin heldur, at hetta var eitt heldur serstakt 2. jólakvøld. Har var sum so bert eitt skrásett mál.

- Ein persónur varð tikin fyri rúsdrekkakoyring klokkan fímm í morgun her í Havnini. Blóðroynd er tikin. Viðkomandi er í fyrstu syftu leyslatin men verður helst skuldsettur. Annars hevur sum so ikki verið nakað mál, staðfestir vaktleiðarin fyri miðlunum í morgun.

Tað var einaferð, at tað kom til ilnar millum nakrar menn, men hetta legði seg skjótt.

Talan hevur verið um eitt 2. jólakvøld, sum hevur gingið væl hjá løgregluni. Eingin gestur hevur sovið á støðini

Vaktleiðarin sigur tó at enda, at tað sjálvandi mál kunnu verða meldaði, tá fólk, sum hava verið í býnum, vakna aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder