2020-05-21 09:48
Minst 14 fólk eru deyð í India og Bangladesj eftir at ein tropisk ódn rakti londini. Ódnin Amphan rakti í gjár eystara part av India og Bangladesj við harðari styrki.
Fleiri túsund heim eru oyðiløgd, upplýstu myndugleikarnir í gjár.
Fólkaríki staturin Vestur-Bengal er harðast raktur. Her vórðu máldar hvirlur á yvir 51 metrar um sekundið. Talan er um harðastu ódn, ið hevur rakt landið í fleiri ár, skrivar Reuters.
Higartil eru tíggju fólk funnin deyð orsaka av ódnini í Vestur-Bental, sigur ovasti leiðarin í statinum, Mamate Banerjee.
Í grannalandinum Bangladesj eru fýra fólk deyð í storminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald