Í dag boðaði miðbankin í Moskva frá ógvusligari hækkan av rentuni. Boðini komu eftir at russiski rubilin í gjár fall metnógv – nakað, ið er skaðiligt fyri landsins búskap.
Veika gjaldoyrað ger tað meira kostnaðarmikið at keypa vørur, ið eru framleiddar uttanlands. Hetta er galdandi fyri privatfólk, eins væl og fyritøkur og stat.
Russiska gjaldoyrað, rubilin, hevur í ár mist meira enn fjórðingin av sínum virði, sammett við evruna. Rubilin er minkaður nógv í virði hesar seinastu mánaðirnar, skrivar finska kringvarpið Yle.
Mánadagin kostaði ein amerikanskur dollari 101 ruplar, so veikt hevur russiska gjaldoyrað ikki verið síðani innrásina í Ukraina 24. februar í fjør.
Og í dag boðaði russiski miðbankin so frá serligum tiltøkum at brynja seg ímóti veika kursinum á rublinum.
Kreppufundur í miðbankanum
Hetta hendir eftir ein kreppufund í miðbankanum í gjár. Har var avgerð tikin um at hækka rentuna við 3,5 prosentstigum til 12 prosent. Hesum boðaði miðbankin frá í morgun.
Leiðandi rentan hevur ávirkan á kursin. Jú hægri rentan er galdandi fyri eitt gjaldoyra, tess størri er áhugin fyri at spara pengarnar, sum harvið eisini gerast truplari at fáa hendur á.
- Veikur gjaldoyrapolitikkur er høvuðsorsøkin til at rubilin er viknaður og inflasjónin er hækkað. Miðbankin hevur øll neyðug amboð fyri at fáa støðuna aftur á normalt innan stutta tíð, segði ráðgevin hjá russiska forsetanum, Maxim Oreshkin við russisku tíðindastovuna Tass innan kreppufundin í gjár.
Sambært útlendskum serfrøðingum kann veika russiska gjaldoyra verað nakað truplari at bjarga, og tað er orsakað av handilstiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk.
Útflutningurin minkaður munandi
Russiski búskapurin er tætt knýttur at orkuútflutninginum, eitt nú olju og gassi. Sambært tollmyndugleikunum var orkuútflutningur í 2022 meira enn tveir triðingar av øllum russiska útflutninginum.
Eftir at Russland leyp á Ukraina hækkaðu orkuprísirnir, sum at byrja við var gagnligt fyri russiska útflutningin, sigur búskaparserfrøðingurin Alexander Isakov við Bloomberg.
Financial Times vísir á dátur frá russiska fíggjarmálaráðnum, sum vísa, at umsetningurin øktist munandi eftir innrásina, men er síðani spakuliga dalaður eftir at orkumarknaðirnir hava leitað sær aðrar leiðir at keypa olju og gass.
Prísloftið hjá G7 londunum galdandi fyri russiskan orkuútflutning hevur eisini verið viðvirkandi til, at útflutningurin er minkaður.
Sambært Financial Times er russiski olju- og gassútflutningurin minkaður við 40 prosentum teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Orsøkin er prísloftið.
Ein onnur orsøk, sigur Isakov við Bloomberg, er russiska rentan.
Beint eftir álopið á Ukraina hækkaði russiski miðbankin rentuna úr 9,5 til 20 prosent. Síðan er rentan lækkað aftur í fleiri stigum, og lá næstan í eitt heilt ár á 7,5 prosentum áðrenn miðbankin sá seg noyddan at hækka rentuna aftur orsaka av høgari inflasjón og veika kursinum á rublinum.
Spurningurin nú er um russiski búskapurin kann tola eina so høga rentu, skrivar yle.fi.
Í dag er eisini sett í verk ein royndarætlan við talgildum rublum.
Umleið 600 kundar skulu vera við í eini roynd, sum í framtíðini skal gera tað lættari hjá russiska búskapinum at sameina seg við útlendskar búskapir.
Ætlanin er at leysgeva henda talgilda rubilin í 2025.
Kelda: yle.fi, sum byggir á upplýsingar frá Reuters, Bloomberg, Financial Times, Tass, Moscow Exchange og russiska miðbankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald