2019-04-30 19:16
Fyri einum tíma síðani merktu fólk á Viðareiði eitt ógvusligt buldur. Fleiri fóru á Facebook at spyrja hvat tað mundi vera.
Orsøkin er ein kontrollerað og væleydnað spreining í sambandi við kloakkarbeiðið heimi á hellu, í Kirkjugjógv.
Tað upplýsir Viðareiðis kommuna í kvøld, sum eisini heitir á fólk um ikki at fara til gjónna, tí nakað av leysum gróti liggur har.
- Kommunan vil umbera fyri ikki at hava kunnað um spreingingina áðrenn skotið varð, skrivar Viðareiðis kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald