Innanlands

Ógvusligt buldur hoyrdist í Havn

Tað vóru spreingarnar á Glyvursnesi, ið hoyrdust

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2018-06-30 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 12.15 í dag hoyrdist eitt ógvusligt buldur summastaðni í Havn.

Orsøkin til buldrið vóru spreingingar á Glyvursnesi, har sprongt verður til havnarútbyggingina.

"Talan var um eina minni spreinging," sigur Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K Petersen, ið stendur fyri arbeiðnum.

Tað er ikki altíð, at spreingingarnar hoyrast so væl, men onkuntíð hendir tað, og fólk gerast kløkk.

Tað var tó ikki bara í Havn, at spreingingarnar hoyrdust. Eisini á Strondum hava fólk hoyrt og følt spreingingarnar.

Les eisini: Video: Soleiðis sær ein spreinging á Glyvursnesi út

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder