Innanlands

Okkara Jól á marknaðin í dag

Bryggjarin á Velbastað hevur lagt seg eftir at skapa eina øl til høgtíðina, ið hevur ein góðan smakk og góða fyllu, men samstundis er so leskilig

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-02 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Okkara Jól kemur á marknaðin í dag. Bryggjarin á Velbastað hevur lagt seg eftir at skapa eina øl til høgtíðina, ið hevur ein góðan smakk og góða fyllu, men samstundis er so leskilig, at til ber at njóta fleiri av henni gjøgnum tey mongu og longu hugna- og veitslukvøldini, ið eyðkenna hesa ársins tíð.

Tað reyða í Okkara Jól er at hon er sonevnd red ale, t.v.s. eina eitt sindur myrka øl við einum ávísum søtleika úr maltinum. Tað hvíta er tað góða hvíta skúmið, sum kemur tá ølin er skonkt í eitt glas.

Okkara Jól er yvirgerað, og tað gevur ølini ein frískan søtan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum . Úrslitið er ein væl smakkandi øl, ið bæði kann njótast, sum tað hon er – ein góð øl, ið sløkkir tostan-, og hóskar sera væl aftur við føroyskum mati og siðbundnum jólamati.

Okkara Jól eru 5,8 % í styrki, og ølin fæst bæði í dósum og á fløsku. Dósin og fløskan eru at fáa í 6 pak og 24-pak, umframt einkultvís.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder