Mentan

Okkara jól á øðrum plássi

Okkara Jól fekk eitt flott annað pláss til jólabryggjsmakking í Jyllandi seinasta vikuskiftið, bert tvey stig aftanfyri vinnaran.

2018-11-08 21:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnarin av jólabryggjsmakkingini gjørdist Merry Christmas frá Hancock Bryggerierne. Ølin av Velbastað gjørdist nummar tvey.

Tað var Selskab for Vestjysk Ølkultur (SVØ) sum stóð fyri smakkingini og limirnir skuldu geva stig alt eftir hvussu væl teimum dámdu tey. Tað vóru 8 jólabryggj við í tí lætta flokkinum, við jólabryggi undir 6,8% í styrki, og tey vórðu mett úr frá teirra liti, lukti, smakki og eftirsmakki.

"Vit eru sera errin av avrikinum", sigur Petur Petersen, sølustjóri hja Okkara, og leggur skemtandi afturat, "men vit eru ikki ovfarin av úrslitinum."

Hetta er annað árið á rað at Okkara jól fær annað pláss hjá SVØ, og Okkara jól hevur fingið sera nógv góð ummæli síðan hon kom út í 2013. "Tað er altíð stuttligt at fáa ein tílíkan heiður, og tað ger, at man fær enn meira hug at halda áfram við at bryggja góðsku bryggj", sigur Petur Petersen.

Okkara Jól er ein sonevnd red ale, t.v.s. eitt sindur myrk øl við einum ávísum søtleika úr maltinum, og tað kemur eitt gott hvítt skúm, tá ølin er skonkt í eitt glas. Okkara Jól er yvirgera, og tað gevur ølini ein frískan, søtan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum.

"Úrslitið er ein væl smakkandi øl, ið kann njótast, sum hon er, og so hóskar hon sera væl aftur við føroyskum mati og siðbundnum jólamati", leggur Petur afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder