Borgararnir í kanadiska býnum Calgary hava á fólkaatkvøðu sagt nei til, at býurin skal royna at vera vertur fyri olympisku vetrarleikirnar í 2026.
Fólkaatkvøða hevur verið um spurningin, og tá valhølini lótu aftur tíðliga í morgun, okkara tíð, var tað greitt, at meirilutin var ímóti. Fyrstu úrslitini vísa, at 56,4 prosent atkvøddu nei og einans 43,6 prosent ja til OL-umsóknina, skrivar nrk.no.
- Eg eri vónbrotin, segði Naheed Nenshi, borgarstjóri við Calgary Herald, tá úrslitið var greitt. Kring hann vóru fleiri viðhaldsfólk, sum skóru í grát, verður sagt.
Sostatt bendir alt á, at Calgary fer at taka umsókn sína aftur, skrivar blaðið The Globe and Mail. Tí hóast fólkaatkvøðan bert er vegleiðandi, var ein ja-meiriluti ein treyt fyri um staturin Alberta vildi geva umsóknini sítt viðmæli. Og viðmælið frá statinum var eisini avgerandi fyri fleiri av teimum, sum skuldu stuðla fíggjarliga.
Býarstýrið í Calgary skal í seinasta lagið mánadagin lata umsóknina inn, men nógv skal til, um býarstýrið gongur ímóti fólkaatkvøðuni, serliga tá tað frammanundan stóð 8-7 ímóti eini umsókn undan fólkaatkvøðuni, skrivar nrk.no.
Roknað var við, at kostnaðurin fyri eitt Calgary-OL fór at vera 5,1 milliardir kanadiskar dollarar, áleið 25 milliardir krónur. Eftir ætlan skuldu útreiðslurnar býtast millum býin Calgary, statin Alberta og tjóðina Kanada.
Calgary skipaði fyri vetrar-OL í 1988. Eisini tá var fólkaatkvøða um málið, tá við einum ja-meiriluta. Ætlanin hesaferð var at dagføra og endurbrúka fleiri av ítróttaøkjunum.
Um býarstýrið fyri Calgary tekur fólkaatkvøðuna til eftirtektar, eru bert tveir umsøkjarar eftir av teimum sjey, sum annars vístu sín áhuga fyrr í ár. Men hvørki svenski høvuðsstaðurin Stockholm, ella felags italska umsóknin frá Cortina og Milano hava higartil lokið almennu trytirnar frá altjóða olympisku nevndini, IOC.
IOC skal hava umsóknirnar á borðinum 11. januar, og tá skulu allar trygdirnar vera í lagið. Endaliga avgerðin um hvør skal hava vertsskapin verður tikin 23. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald