Vit eru nú komin inn í Ólavsøkuvikuna og høvuðsstaðurin er farin at fyrireika seg til tjóðarhátíðina.
Skálatrøð er longu stongd fyri parkering, nú Tórshavnar Ítróttarráð er farið í gongd við at seta tivoli upp, og seinni í vikuni verða enn fleiri fyrireikingar gjørdar, sum fara at ávirka ferðsluna í Tórshavn.
Fríggjamorgunin verða fyrireikingar til Pridetiltakið á Vaglinum, og seinni um kvøldið stongir Tórsgøta. Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at eina løtu um kvøldið verður eisini stongt á Skálatrøð, Vágsbotni og Mylnugøtu, tí at ólavsøkurenningin er á skránni.
Á middegi ólavsøkuaftan er stongir miðbýuin heilt til 30. juli, kl 12.00. Trygdarklossar og Ansnibilar forða ferðslu at sleppa inn í miðbýin, og bert bussar sleppa at koyra tvørturum Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjararbrekka/Steinatún.
Ferðslan fer at glíða eitt sindur betri um morgunin ólavsøkudag, tí at áðrenn klokkan 10 ber til hjá akførum at koma inn á økið og gera ørindi. Tá verður koyrandi oman Tórsgøtu, og niðan Sigmundargøtu og Tinghúsvegin.
Meiri kunning um ferðslubroytingarnar á Ólavsøku sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald