Innanlands

Ole Wich listamakari í Vágs kommunu

Borgarstjórin fegnast um spennandi verkætlanina

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-05-08 21:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Listamaðurin Ole Wich verður í mai mánað atknýttur Vágs kommunu sum ”listamakari”, har hann í samstarvi við borgarar í kommununi, vinnulívið og kommunalu stovnarnir fer at greina og kanna hvussu list kann virka við til at betra um tey visuella úttrykkini og gera almennu rúmini í kommununi til eina ríkari uppliving.

Verkætlanin er fíggjað av Mentanargrunni Landsins, Vágs kommunu og øðrum lokalum stuðlum.

Ole Wich hevur seinastu árini verið valdur stýrislimur í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy umboðandi LIstaSAmband Føroya, og hevur í tí sambandi verið í jøvnum samskifti við fólk í Vági um list í almenna rúminum í kommununi. Í samstarvi við Vágs kommunu søkti hann tí Mentanargrunn Landsins um fígging til eitt arbeiðsuppihald sum listamaður í Vágs kommunu, og fekk játtað 1 mánað til hetta endamál, skrivar Vágs kommuna.

List er ikki bara dýrir bronsu-skulpturar, vakrar málningaframsýningar og snildar uppsetingar sum eru settar upp í almennum rúmum í býum ella á hátíðarligum minnisøkjum. Listarlig frambering kann eisini vaksa úr tí gerandisdegi, sum fólk liva og virka í – eisini í bygdum í útjaðaranum, greiður Ole frá. -Endamálið við hesari listaverkætlan er eisini at fara í beinleiðis samskiftið við staðið og fólk á staðnum og á tann hátt finna nýggj úttrykk, sum kunnu virka í samspæli við og samstundis verða viðkomandi fyri vanlig fólk í teirra gerandisdegi. -Harumframt er endamálið við listarliga virkseminum eisini at byrja eitt kjak um hvat list kann gera fyri eitt lokalsøkið, sigur Ole Wich.

- Vit halda hetta verða eina sera spennandi verkætlan, at Vágs kommuna nú í eitt tíðarskeið fer at hava ein “listamakara” í kommununi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Ole hevur verið ein fastur gestur í Vági seinastu árini, og nú hann hevur virkað sum listamakari í eina góða viku, so hevur hann eisini gjørt fleiri spennandi eygleiðingar. Tað verður eisini spennandi at fylgja við gongdini í verkætlanini og hvussu tað fer at merkja Vágs kommunu, at vit í ein mánað hava okkara egna listamakara, sigur borgarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder