2018-10-09 08:43
Um seks tíðina í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum koyrdu úr Vestmanna til Havnar, um at olja var á vegnum.
- Tað var ein lastbilur, sum hevði likið olju. Nógv olja var, og vit fingu fleiri fráboðanir um at hált var, verður sagt av løgreglustøðini.
Løgreglan boðaði Landsverk frá trupulleikanum, sum fór í gongd við upprudding av oljuni. Sum løgreglan veit stóðst eingin skaði av oljuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald