Innanlands

Oljupríshækking fíggjar vindorkuútbygging

EFFO svarar ætlaðu príshækkini hjá SEV

2018-11-30 11:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Til tess at kunna útbyggja vindorkuna enn skjótari, umhugsar leiðslan í orkufelagnum Effo at mæla nevndini til at hækka oljuprísin við 44 oyrum fyri liturin til upphiting. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at SEV í dag hevur boðað frá, at elorkufelagið mælir síni nevnd til at hækka elprísin við 10 oyrum fyri at fíggja útbyggingina av dálkandi orkuframleiðsluni í Sundsverkinum.

Orsøkin til ætlaðu prísbroytingina hjá Effo eru komandi útbyggingar innan grøna orku, sum felagið ætlar at seta í verk. Hetta verður gjørt, so millum annað umleggingin frá olju til vindorku kann gerast enn skjótari.

Tey 44 oyruni fyri liturin av olju svara til tey 10 oyruni fyri hvønn KWH, sum SEV mælir síni nevnd til at hækka elprísin við. Eins og hjá SEV, svarar hetta til 80 krónur um mánaðin hjá einum vanligum húski. Í Føroyum eru áleið 17.000 húskir, sostatt økir SEV við ætlaðu príshækking síni um inntøkurnar frá privatu húskjunum við áleið 16 milliónum krónum. Harumframt koma øktu inntøkurnar frá vinnufyritøkum.

Um SEV soleiðis kann loyva sær at hækka elprísin fyri at fíggja svarta orkuútbygging, kunnu privatu orkufeløgini helst eisini loyva sær at hækka oljuprísin fyri at fremja grønu orkuumleggingina.

- EFFO

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder