Innanlands

Øll fólkini í húsunum komin út

Eldur er í húsum í Klaksvík

(Mynd: Eyðun Høgnesen / jn.fo)

(Mynd: Eyðun Høgnesen / jn.fo)

2019-05-09 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá eldi í einum húsum á vestara armi í Klaksvík.

Sløkkilið og skúkrabilar vórðu sendir til staðið beinanvegin. Vakthavandi á politistøðini segði fyri løtu síðani, at tað sær út til at sløkkiliðið nú hevur tamarhald á eldinum.

- Fólk vóru í húsunum, tá eldurin kyknaði, men tey eru øll fingin út, sigur vakthavandi, sum ikki veit meira um málið at siga í løtuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder