2018-11-28 09:24
Jólamerkjagrunnurin hjá Posta hevur í ár valt at lata verkætlanini “Øll hava rætt til góð barnaár” 206.000 kr. í stuðli. Tað var avdúkað í Góðan Morgun Føroyar í útvarpinum í morgun.
“Øll hava rætt til góð barnaár” er verkætlan hjá Bláa Krossi, og Jólamerkjagrunnurin hjá Posta, sum hvørt ár letur peningaliga upphædd í stuðli til samfelagsgagnliga verkætlan, avgjørdi í ár at lata hesi verkætlanini stuðulin.
Hoyr innslag um verkætlanina og stuðulin her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald