“Øll hava rætt til góð barnaár” er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, ið hjálpir børnum og ungum við foreldrum, sum hava ella hava havt rústrupulleikar.
Starvsfólkini eru fakfólk, ið arbeiða út frá teirri hugsjón, at "Ongin eigur at vaksa upp við rúsaðum foreldrum Um børn og ung gera tað, skulu tey hava møguleika fyri at fáa hjálp".
“Øll hava rætt til góð barnaár” bjóðar ókeypis samrøðubólkar, einstaklingasamrøður og familjusamrøður. Bólkarnir eru samansettir eftir aldri, og við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.
Mett verður, at uml. 1.200 børn eru í Føroyum, har foreldrini hava trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum.
Tey, ið varða av “Øll hava rætt til góð barnaár”, uppliva javnan, at fólk ikki vita um tilboðið. Tí er tað umráðandi at gerast sjónligari, og tí verður farið undir at menna eina heimasíðu, lýsingafilm ella filmar, faldarar og plakatir, og annað lýsingatilfar
Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya er ikki á fíggjarlógini, og tí eru allar útreiðslur til fyribyrging goldnar við gávum frá einstaklingum og fyritøkum.
Í Jólamerkjagrunninum eru:
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevndarlimur
Fróði Joensen, barnalækni, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald