Innanlands

Øll í Nes kommunu mugu kóka vatnið

Í farnu viku varð staðfest, at bakteriur vóru í vatninum í Saltnesi, men nú er vatnið dálkað í øllum bygdum í Nes kommunu

2021-09-27 07:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 18. september hevur verið neyðugt hjá borgarum í Saltnesi at kóka drekkivatnið orsakað av bakterium, sum eru staðfestar í vatninum, men nú eru tað ikki bert tey í Saltnesi, sum mugu kóka vatnið.

Í gjár staðfesti Nes kommuna, at bakteriur vórðu funnar í drekkivatninum í øllum bygdunum í kommununi.

Kommunan mælir tí til, at øll kóka drekkivatnið, til nærri boð koma, skrivar hon á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder