Innanlands

Øll kunnu atkvøða upp á ársins lýsingar

Felagið føroysk Marknaðarfólk avdúkar vinnararnar komandi fríggjakvøld

2018-11-10 11:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið føroysk marknaðarfólk hevur nú kunngjørt tær lýsingarnar, sum eru í uppskoti at vinna heiðurin Ársins Lýsing innan ymisku bólkarnar.

Og øll kunnu vera við til at avgera hvør lýsing skal fáa heiðurin. Freistin fyri at atkvøða er hósdagin og vinnarnir verða kunngjørdir á ársveitsluni hjá Felagnum føroysk Marknaðarfólk fríggjakvøldið.

Tilnevndu lýsingarnar eru:

Ársins Statiska Lýsing 2017-18: Hetta fevnir um prentlýsingar, uttanduralýsingar, skelti, prentlutir, plakatir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi:
1. Fróðskaparsetur Føroya: “Skapa tína framtíð her”
2. Bank Nordik: “Vel rætt”
3. Amnesty International Føroya deild við øðrum: “Mynd krevur samtykki”
4. Okkara: A Local Faroese Brewery
5. Betri: “Betri Pisudagar 2018”

Ársins dynamiska lýsing 2017-18: Hetta fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti o.l.
1. Bakkafrost: “Image filmur”
2. Smyril Line: “Nú fara vit at ferðast!”
3. Gestus: “Tak meg, bít meg, et meg upp!”
4. Atlantic Airways: “Vælkomin heim umborð”
5. Betri: “Marianna og Sarah fjakkaðu fyri fløskupengar #Betriumhvørvi”
6. Marine Harvest: “Rinka, crafted by nature”
7. Føroya Tele: “Versumheima, Kanada & USA
8. MBM – FITT: “Fría tína styrki”

Ársins sosiala lýsing ella átak 2017-18: Hetta fevnir um kappingar, video, myndir, lýsingar, átøk o.l.
1. Hey: “Hey Mánadagur”
2. Føroya Tele: “#Versumheima
3. Atlantic Airways: Ein veitsla, tveir høvuðsstaðir

Ársins marknaðarátak:
1. Rudda Føroyar
2. Gist & Vist: “Pantskipanin”
3. Fólkaheilsuráðið: “ABC fyri sálarliga heilsu”
4. Visit Faroe Islands: “Faroe Islands Translate”

Til ber at atkvøða her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder