2021-04-03 14:10
Mánadagin varð stóra bingjuskipið Ever Given leyst aftur. Skipið hevði í eina góða viku staðið fast í Suez-veitini og harvið forðað øðrum skipum í at sigla framvið, og hetta elvdi til stóra bíðirøð í veitini.
Ever Given er 400 metrar langt og siglir við fleiri enn 18.000 bingjum, sum tilsamans viga fleiri enn 200.000 tons.
Suez-veitin er ein av mest týðandi flutningsleiðunum í heiminum, og fleiri enn 400 skip lógu og bíðaðu eftir at sleppa framvið, meðan onnur valdu at sigla ein langan umveg.
Tíðindastovan Reuters boðar nú frá, at øll tey 422 skipini, sum hava bíðað í Suez-veitini nú eru sloppin ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald