- Tað er ikki skipanin sjálv, men at fólk ikki hava brúkt skipanina rætt. Skipanin er ikki blivin fóðrað.
Tað sigur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum eisini er partur av løgtingsgrannskoðanini. Landsgrannskoðanin kom fyrr í dag við eini frágreiðing um Glasir og trupulleikunum, sum hava verið í byggiverkætlanini.
Landsverk, Mentamálaráðið og Samferðslumálaráðið eru fyri hørðum atfinningum í frágreiðingini. Bæði landsstýrsfólkini í menta- og samferðslumálum eru farin frá, meðan Landsverk eisini hevur skift stjóra. Óluva Klettskarð og flokkur hennara atkvøddu øll ímóti misáliti á Rigmor Dam, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, og hon heldur enn, at ábyrgdin hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni er avmarkað.
- Landsstýriskvinnan í mentamálum hevði fingið skeivar upplýsingar, og tí var tað meira ein systemiskur feilur enn nakað annað. Men vit hava so átalað, at tað átti at verði gjørt meira, fyri at fáa upplýsingar, greiðir Óluva Klettskarð frá. Hon heldur hinvegin, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki hevur røkta sína uppgávu.
- Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur ikki røktað sína eftirlitsskyldu. Hann segði á tingsins røðarapalli, at hann ongi skjøl hevði fingið frá Landsverk um meirnýtslu. Trupulleikin er akkurát, at tað er ikki gjørt nokk fyri at røkja eftirlitsskyldina, sigur Óluva Klettskarð.
Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum verður víst á, at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Upplýsingarnar hevði hann fingið frá landsstýrismanninum í samferðslumálum.
- Løgmaður hevur borið skeivar upplýsingar, sum hann hevur fingið frá øðrum, niðan í tingið. So er spurningurin, um tað er nokk, sigur Óluva Klettskarð, sum í útgangsstøðinum ikki heldur, at løgmaður hevur framt nakað grovt brot.
Hvørjar avleiðingar skulu rámandi atfinningarnar so fáa fyri almennu Føroyar? Skal nøkur politisk avleiðing verða og hvussu kunnu almennu Føroyar hava álit á Landsverk í framtíðini?
Óluva Klettskarð veit ikki, um frágreiðingin skal hava nakra politiska avleiðing. Men hon heldur, at tað er týdningarmikið, at frágreiðingin hevur við sær, at tað sama ikki hendir í verkætlanum hjá Landsverk aftur.
- Leiðslan á Landsverki er skift, so vit mugu rokna við, at skil kemur á, hvussu skipanin verður brúkt, sigur hon, sum vísir á, at tað fyrst og fremst er ein systematiskur feilur, sum er hendir í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald