Uttanlands

Ongi krøv um at lata skúlar aftur í Svøríki

Heilsumyndugleikin sær onga meining í at sýta børnum at fara í skúla

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

2020-03-16 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svøríki hevur ongar ætlanir um at steingja skúlar eins og gjørt hevur verið í Noregi, Danmark og Føroyum. Tað kom fram á einum tíðindafundi í dag.

Anders Tegnell, serfrøðingur í umfarssóttum hjá svenska heilsuverkinum, Folkhälsomyndigheten, sigur, at tað ikki gevur meining at steingja skúlarnar.

Hann biður skúlar heldur lata vera við at hava stórar savningar og foreldur um at vera serliga ansin eftir sjúkuteknum hjá børnunum.

- Kanska næmingarnir kunnu halda seg meira uttandura og so skipa fyri, at tey vaska sær oftari um hendurnar, sigur Tegnell.

- Ikki tíðin at vitja gamlar næstringar
Í Svøríki er bann er sett fyri at fleiri enn 500 fólk verða savnað á einum stað.

Tegnell leggur dent á, at fólk, sum kenna seg sjúk, skulu halda seg heima, og at serliga gomul fólk skulu verjast.

Tí skulu vitjanir hjá eldri persónum at avmarkast, og fólk yvir 70 ár skulu helst ikki hava samband við onnur, siga svensku myndugleikarnir.

- Tíðin er ikki at vitja gamlar næstringar og skyldfólk nú, sigur Tegnell.

Fólk, sum kunnu, eiga at arbeiða heimanífrá. Svensku myndugleikarnir koma tó framvegis bert við áheitanum og ikki við kravboðum.

Skúlasteingingar rakar heilsuverkið
Upp á spurningin um hví skúlarnir ikki verða stongdir, sigur ovasti smittuserfrøðingurin í Svøríki:

- Tí skúlar eru ikki ein stór smittukelda. Um skúlarnir verða stongdir, fær tað stóra ávirkan á samfelagið og heilsuverkið.

Verða skúlar stongdir eru tað nógv foreldur, sum mugu halda seg heima, og tað rakar heilsuverkið sera meint, vísir Anders Tegnell á.

Hann heldur, at tað ser størri vandi fyri at verða smittaður úti í samfelagnum um børnini ikki eru í skúla.

- Tað er nógv betri at hava spjaðingina á skúlanum, har tey, sum eru har, eru í sera lítlum vanda fyri yvirhøvur at gerast sjúk, sigur Tegnell við SVT, og greiddi frá, at 90 til 95 prosent av teimum smittaðu neyvan merkja at tey hava verið sjúk.

Norðurlond hava valt ymsar ætlanir í stríðnum móti covid-19. Noreg og Danmark hava innført strangastu avmarkingar síðan annan heimsbardaga.

Sviar verða ráddir frá at fara úr landinum, men flestu skúlar halda fram við undirvísingini. Fólk verða bara biðin um at halda seg heima, um tey eru sjúk.

Ein svenskur professari í virusfrøði, virologi, Fredrik Elgh, er tó ikki samdur við myndugleikunum.

- Tað virkar sum um skúlasteingingar hava góða ávirkan. Tað heva tey gjørt í eitt nú Kina, har tað eydnaðist at støðga talið av smittaðum. Børn og ung hava nógv sosialt samband, og um tað verður avmarkað, fær tað eina jaliga ávirkan á útbreiðsluna av smittuna, segði Fredrik Elgh við Aftonbladet herfyri.

Í Svøíki hava seks fólk higartil latið lív orsaka av koronasmittuni. 1.042 fólk eru smittað, sambært Expressen.

Til sammetingar eru trý fólk deyð í Noregi og 1.169 eru smittað. 513 av teimum smittaðu norðmonnunum eru smittað á ferð í Eysturríki, meðan 350 eru smittað heima. Gott 18.000 virusroyndir eru higartil tiknar í Noregi, skrivar nrk.no.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder