Mentan

Orðabøkurnar hjá Sprotanum framhaldandi ókeypis fyri netbrúkarar

Sprotin, Mentamálaráðið og Kommunufelagið undir nýggjan sáttmála um ókeypis brúk av orðabókunum hjá Sprotanum

Mynd: Mentamálaráðið

Mynd: Mentamálaráðið

2019-03-26 17:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á middegi í dag skrivaðu Sprotin, Mentamálaráðið og Kommunufelagið undir nýggjan sáttmála, sum eisini framyvir skal tryggja, at orðabøkurnar hjá Sprotanum verða ókeypis á netinum.

Heldur enn at brúkarin skal rinda, eru tað ístaðin Mentamálaráðið og Kommunufelagið, sum í felag fíggja hesa tænastuna, sum fevnir um:

  • allar verandi orðabøkur á www.sprotin.fo
  • dagliga dagføring av orðabókum Sprotans
  • dagføring av orðabókum Orðabókagrunsins
  • trygd fyri at skipanin altíð er tøkniliga tíðarhóskandi og hevur tíðarhóskandi snið

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, fegnast um, at sáttmálin nú er longdur.

- Sum undirvísari minnist eg, hvussu torført tað kundi vera at fáa tey ungu at blaða upp í orðabókunum. Men síðani orðabøkurnar gjørdust talgildar og atkomiligar hjá øllum er eingin trupulleiki at fáa tey at sláa orð upp. Tað er so skjótt og lætt – og eingin ivi er um, at Sprotin styrkir bæði mál og skúlaskap, staðfesti landsstýriskvinnan.

Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, var somuleiðis ivaleysur í, at Sprotin hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

- Hetta er ein partur av at verja og hjúkla um okkara lítla, føroyska mál. At allar orðabøkurnar eru tøkar á netinum hevur serliga stóran týdning fyri okkara ungu, tí tey soleiðis fáa so lætta atgongd til málið. Jonhard Mikkelsen kann ikki fáa nóg mikið av rósi fyri hetta megnar arbeiðið. Hesa framúr góðu tænastuna vilja vit við gleði rinda fyri, segði Dennis Holm.

Eisini Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum fegnaðist um, at Mentamálaráðið og Kommunufelagið áhaldandi vilja fíggja virksemi Sprotans á netinum.

- Tá vit byrjaðu, kostaði tað eina lítla upphædd - einar 25 kr - fyri at nýta netorðabøkurnar. Men hóast upphæddin var lítil, vísti tað seg, at tað var ein bági og ein forðing fyri, at fólk vildu nýta Sprotan á netinum. Tí er hendan skipanin, ið ger tað ókeypis fyri brúkararnar, nógv tann besta, segði hann og vísti eisini á, at ókeypis netorðabøkurnar eru sum eitt opið vindeyga hjá útlendingum inn í føroyska málið.

Jonhard Mikkelsen greiddi eisini frá, at Sprotin støðugt arbeiðir við at gera nýggjar orðabøkur. Tvær tær næstu, sum eru á veg, eru orðabøkurnar "Føroyskt - Grønlendskt" og "Føroyskt – Japanskt".

Fyri at tryggja, at netorðabøkurnar hjá Sprotanum framvegis kunnu vera ókeypis fyri brúkaran, rinda Mentamálaráðið og Kommunufelagið 900.000 kr í part í 2019 og 1 millión í part frá 2020 at rokna, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

Higartil í 2019 hava tað verið 1.563.087 leitingar á Sprotin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder