Innanlands

Orknoyskar vónir um ein undirsjóvartunnil eisini

Skotska stjórnin fingið áheitan um at fara til Føroyar fyri at kanna tunnilsverkætlanirnar her

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2019-05-19 14:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Skotlandi og á skotsku oyggjunum er stórur áhugi fyri tunnilsverkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd í Føroyum.

Áhugin fyri at fara í holt við líknandi verkætlanir við undirsjóvartunnlum er so stórur, at skotska stjórnin hevur fingið eina beinleiðis áheitan um at fara til Føroyar fyri at hyggja at umstøðunum.

Tað er tjóðartingslimurin, Angus MacNeil, undirhúslimur umboðandi Suðuroyggjar ella Hebridurnar, sum hevur sent skotska ráðharranum fyri samferðslu, Michael Matheson, áheitan um at skotska stjórnin fer til Føroyar fyri at hyggja eftir Eysturoyartunnlinum, sum nú er í gerð.

- Infrakervið í Føroyum er nakað, ið vit eiga at lata okkum fáa íblástur av og fylgja í skotsku oyggjunum. Um vit fingu eitt infrakervi á sama støði sum tað føroyska, vildi tað fingið ovurstórar búskaparligar og sosialar ávirkanir á allar partar av oyggjunum, og vit høvdu eisini sloppið undan trupulleikar við samferðsluni orsaka av veðri og kapasiteti, sigur Angus MacNeil í samrøðu við orknoyska blaðið The Orcadian.

[object Object]
Angus MacNeil

Blaðið greiðir frá hvussu føroyingar hava loyst sína samferðslu við at bora tunnlar bæði á landi og undir sjónum, hvussu hesir verða fíggjaðir við lagaligum lánum og bummgjaldi, hvussu bæði boring og rakstur verða løgd í eitt vinnurekandi partafelag og um teir nógvu fyrimunirnar, sum Føroyar fáa við skjótari og tryggari sambandi millum oyggjarnar.

Blaðið hevur eisini tosað við Teit Samuelsen, stjóra fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnlar, og við vinnulívsmannin Jóhan Mortensen, sum hevur verið við í fleiri projektum í Orknoyum, og tí er kendur á oyggjunum.

- Eysturoyartunnilin verður ein kollvelting fyri Føroyar, sum ikki kann mátast. Serliga hetta, at vit nú fáa bundið høvuðsstaðin saman við góðu havnarviðurskiftunum í Runavík. Fyri vinnulívið fær hetta ómetaligan týdning, sigur Jóhann Mortensen.

Í Orknoyum er áhugin, eins og í Hetlandi og Suðuroyggjum, at binda oyggjarnar betri saman og harvið skapa grundarlag fyri menning og fólkavøkstri. Í Orknoyggjum er eisini serligur áhugi fyri at fáa bundið oyggjarnar saman við skotska meginlandinum.

Streymharða sundið, Pentland Firth, skilir Orknoyggjar frá norðurstrond Skotlands. Ein tunnil millum Skotlands og Orknoyar hevði verið um 10 til 16 kilometrar langur. Og við tað, at tað ikki er so nógv meira enn undirsjóvartunnlarnir, sum í løtuni eru í gongd í Føroyum, eru vaksandi vónir í Orknoyggjum um, at henda verkætlanin kann gerast veruleiki innan alt ov langa tíð.

Gott 22.000 fólk búgva á Orknoyggjum – í 1860’unum var fólkatalið upp á tað mesta, næstan 33.000 fólk. Til sammetingar búðu tá knapt 10.000 fólk í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder