Innanlands

Órógvaði arbeiði hjá løgregluni

Ein maður varð í gjárkvøldið handtikin og er skuldsettur harðskap móti løgreglufólki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-10 08:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein maður mátti sova á løgreglustøðini í nátt, tí hann í gjárkvøldið var heldur harðligur ímóti løgregluni.

Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Tá fólk frá politinum vóru og prátaðu við fólk í einum grannalagi í Havn í gjárkvøldið, kemur hesin maðurin, sum einki hevur við málið at gera, og blandar seg uppí. Hetta ger, at løgreglufólkini ikki fingu frið at arbeiða.

Júst hvat maðurin skal hava gjørt, kann vaktleiðarin ikki upplýsa, men hann man hava verið heldur harðlgur, tí hann varð handtikin, og er skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.

Tað skerpandi revsing, tá tað er ímóti tænastufólki, eitt nú løgreglufólki, og rætturin skal taka støðu til hvør hendan verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder