Beint fyri klokkan 17 í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Skálafirði, har ein persónbilur og ein trailari stoyttu saman.
Ferðsluóhappið var so mikið lítið, at vanliga verður tað ikki fráboðað løgregluni, men hesa ferð vóru menn ósamdir um hvør átti skyldina fyri óhappið.
Løgreglan var tí boðsend og bilførararnir vórðu avhoyrdir og kanningar vóru gjørdar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at ofta er orsøkin til at hvørgin bilførari vil taka ábyrgd fyri ferðluóhappinum, at tann eini ella báðir hava klipp í koyrikortinum. Fyri at royna at sleppa undan at fáa enn eitt klipp, siga teir seg tí ósekar.
Av royndum sigur vaktleiðarin, at í áleið helvtina av førinum rinda bilførarar bótina, tá kanningar eru gjørdar og ávíst er, at viðkomandi átti feilin. Men tað eru eisini nógv, sum fara í rættin við málinum, har dómari má siga dóm í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald