Hann fer úr einum avloysarastarvið til eitt annað. Øssur Kjølbro hevur síðani 15. februar røkt starvið hjá Hanusi á Gørðum í Norðoya vestara prestagjald. Hanus er í lestrarfarloyvi men kemur aftur í tað í komandi viku.
Sama dag sum Øssur fer úr starvinum, fer hann í eitt nýtt. Gerhard Jónsson Mikkelsen er fyri stuttum settur í embætið í Fuglafjarðar prestagjaldið. Hann skal avloysa Anne Mette Greve Klementsen, ið nú skal starvast í Havn.
Les eisini: Gerhard Mikkelsen innstillaður til prestastarvið í Fuglafirði
Gerhard fer í starvið 1. september, tá hann kemur til landið. Til tá røkir Øssur Kjølbro embætið. Hetta skrivar Trúboðin.
Hetta merkir, at Øssur Kjølbro hevur fingið longt farloyvi, ið hann hevur frá júst Trúboðanum. Har er hann miðlaleiðari.
Innanlands
Øssur Kjølbro verður virkandi sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi
Gerhard Jónsson Mikkelsen kemur ikki til Føroyar fyrrenn 1. september, so klaksvíkingurin skal røkja embætið í tríggjar mánaðir
(Mynd: Trúboðin)
2020-05-27 07:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald