Nevndin og dagliga leiðslan í SEV virka áhaldandi fyri grønum útbyggingum, og grønu íløgurnar verða raðfestar fremri í útbyggingarætlanini hjá SEV. Elfelagið, sum hevur eykaaðalfund í morgin, fríggjadagin 30. november, loyvir sær kortini samstundis at vísa á, at ov nógvar seinkingar hava verið á grønu kósini seinnu árini, ið m.a. stava frá fyrisitingarligum forðingum.
Óneyðug seinking í Hoyvíkshaga
SEV hevur fleiri ferðir mælt til eitt vindútboð í Hoyvíkshaganum, sum í fleiri ár hevur verið mest upplagda vindorkuætlanin at fara undir, tí flest allar tøkniligar fortreytir longu eru og hava verið til staðar – t.d. koplingarstøðin í Húsahaga, elnetið og vindmátingarnar úr Húsahaga, sum kunnu brúkast aftur í Hoyvíkshaga.
Nevndin undrast á forðingarnar fyri einum vindorkuútboði í Hoyvíkshaganum, har mest upplagda grøna verkætlanin – ein 18 MW vindmyllulund – kundi verið boðin út, um festarin og ein samstarvsfelagi hansara ikki hindraðu útbjóðingini. Festarin og samstarvsfelagin siga seg hava gjørt eina avtalu um nýtslu av haganum til vindorku, og higartil hava teir sett seg ímóti einum almennum vindorkuútboði í Hoyvíkshaganum, hóast elveitingarlógin ásetir, at øll elframleiðsla úr vindorku skal bjóðast út. Myndugleikarnir hava ilt við at loysa hendan knútin.
- Nevndin kann bara staðfesta, at tað ber til at seinka einari skilagóðari og umhvørvisvinarligari útbygging av elskipanini hjá øllum Føroya fólki – enntá á almennari jørð, sigur John Zachariassen, nevndarformaður.
Hann vísir á, at avleiðingin er, at elprísurin kemur undir óneyðugt trýst, og at umleið 30 milliónir krónur kundu verið spardar í oljuútreiðslum árliga við núverandi oljuprísum, um henda útbyggingin varð sett í verk – sama hvør fyritøka vann vindútboðið í Hoyvíkshaga, skrivar SEV á heimasíðuni.
Broytingar skulu gerast við skili
Áhugi er eisini fyri møguligum broytingum í elskipanini. Einstakir politikarar vilja skilja samhaldsføstu skipanini hjá SEV sundur í eitt netfelag og eitt framleiðslufelag, hóast tað enn ikki er víst á, hvussu ein sundurskiljing m.a. ávirkar elorkuøkið – t.d. verandi kostnaðir, lánstreytir og elprísin til brúkaran.
SEV tekur undir við skilagóðum broytingum, og tað er m.a. eisini orsøkin til, at SEV longu hevur biðið serfrøðingar um eina frágreiðing um avleiðingar, fyrimunir og vansar við sundurskiljing av netinum og framleiðsluni. Frágreiðingin verður liðug fyri árslok.
- Tað er umráðandi at fara fram við skili, og tí er eisini týdningarmikið, at allar kommunur sum eigarar av SEV staðfesta sín rætt og virka fyri, at avgerðir, sum verða tiknar, eru væl grundaðar og til gagns fyri brúkaran og elskipanina, sum er fólksins ogn, sigur John Zachariassen, nevndarformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald