Innanlands

Óvanlig sjón á Havnini

Tað er langt í millum ferðamannaskipini fyri tíðina. Í morgun kom eitt 104 metrar langt ferðamannaskip á Havnina, og í kvøld verður kósin sett móti Íslandi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-10 15:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani korona byrjaði at herja kring heimin hava fá ferðamannaskip verið at sæð á føroysku firðunum og við bryggju í Føroyum.

Í morgun kom 104 metrar langa ferðamannaskipið Ocean Explorer á Havnina, og liggur við Vónina á Vestaru bryggju.

109 fólk eru ferðafólk eru við nýggja stásiliga skipinum, sum hevur heldur øðrvísi skap enn vit kenna frá øðrum ferðamannaskipum.

Ocean Explorer fer víðari til Reykjavíkar í kvøld.

Sunnudagin kemur aftur eitt ferðamannaskip á Havnina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder